Broytingar í Vodafonedeildini og 1. deild hjá monnum.
Tvær broytingar eru gjørdar til leikskránna í 17. umfari av Vodafonedeildini. Broytingarnar eru hesar:
NSÍ-B36 verður leiktur týsdagin 3. august 2010. Dysturin skuldi upprunaliga leikast 2. august.
AB-B68 verður leiktur týsdagin 3. august 2010, kl. 18. Dysturin skuldi upprunaliga leikast 1. august.
Boðast skal eisini frá, at dómarar til dystin AB-B68 verða Dagfinn Olsen, Dan Højgaard og Jan á Líðarenda. Dómarar til hinar dystirnar í 17. umfari vóru kunngjørdir í dómarayvirliti DY 15.
Í 1. deild hjá monnum eru hesar broytingar gjørdar:
HB-TB verður leiktur mikudagin 4. august 2010, kl. 18. Dysturin skuldi upprunaliga leikast 15. september.
EB/Streymur-07 Vestur verður leiktur 5. august 2010, kl. 19. Hesin dystur skuldi leikast 8. august.
AB-FC Hoyvík verður leiktur leygardagin 7. august 2010. Hesin dystur skuldi leikast 8. august.